Tubbakk og vánaligar fyrimyndir

Victor Carlsen

Í hesum døgum verður nógv gjørt burturúr, at Føroyar nærum hava heimsmet í at tey ungu í dag rættuliga tíðliga í tilveruni gerast roykjarar. Nakrar av grundunum, ið nevndar vera eru, at aldursmarkið fyri at kunna keypa tubbakk er ov lágt, og at prísurin ikki av-markar tað at kunna keypa.

Fyrimyndin
Fari við hesum reglum at vísa á, at hetta bert ein lítil partur av tí samlaða sannleikanum. Allarstørsta ávirkanin hjá tí unga kemur úr tí dagliga umhvørvinum hann/hon hevur. Hugsi her fyrst og fremst um heimið. Roykja foreldur og onnur systkin, so er mest sannlíkt at tann ungi eisini byrjar at roykja, og enntá á sera ungum aldri, heilt niður í 12 ? 13 ár. "Kunnu mamma og pápi, so kann eisini eg", hugsar hin ungi.
Sosiala umhvørvið millum vinir hevur sera stóran týdning, og her er tað bólkatrýstið, ið ger seg galdandi, at ein ikki vil vera øðrvísi enn hini. Fer tann ungi uppí skótarørsluna ella ítróttarfelag, ja, so eru fyrimyndirnar aftur har. "Kann venjarin, ella bólkaleiðarin roykja, so kann eisini eg", hugsar hin ungi. Ikki at tala um "idolið" sum tann ungi sær upp til, so er ávirkanin týðulig, um hesin roykir. Tað var eitt satt vónbrot fyri meg at síggja HB´arar koma aftur av ferð sum føroyameistarar, roykj-andi og ávirkaðir av rús-dekka og nærum týggja sær sum skommir og við tí vera sera ringar fyrimyndir fyri teimum ungu. Sjálvur eri eg HB´ari og vildi fegin sæð, at broyting kemur í hesum viðvíkjandi. HB-húsið sigst vera "Roykfrítt umhvørvi", men eg havi ikki upplivað tað enn.

Kirkjur og samkomur
Kemur tann ungi inn í kirkju- og samkomuligt umhvørvi, so er sama søg-an her, tí ikki er óvanligt at síggja persónar við ábyrgdarstarvi innan nevndu kirkjur og samkomur roykja. Tað skuldi verið sjálvsagt, at teir og tey, ið prædika frelsu frá leinkjum, ið binda okkum sum menniskju, gingu undan sum góðar fyrimyndir og ikki roykja. Tað skuldi nærum verið óneyðugt at prædikað og undirvíst um av-haldni frá rúsandi evnum innan tað kristiliga økið, men sum støðan er í dag, er hetta alneyðugt.

Politiska umhvørvið
Hugsa vit okkum til okkara politiska umhvørvi, so er søgan aftur hin sama. Nógvir politikarar standa alment fram við pípu og sigarett og vísa við hesum, hvat teir halda um tað at roykja. Føroya Løgting er sum heild alt ein vánalig fyrimynd. Fari ikki her at seta navn ella starvsheiti á nakran av hesum fólkavaldu. Tað síggja vit øll.

Sjúkrahúsøkið
Bæði læknar og sjúkrarøktarstarvsfólk roykja, ja, enntá í arbeiðstíðini. Mótsigandi má tað vera, tá sjúklingur fær viðgerð fyri hjarta- og karsjúkur ella krabbamein og fær at vita, at orsøkin til sjúkuna er tubbaksroyking. Læknin sum gevur boðini og stendur fyri viðgerðini er kanska sjálvur roykjari. Hvussu skal ein blindur leiða ein blindan?

Arbeiðspláss
At arbeiðspláss avmarka tubbaksroyking er eisini gott og fyribyrgjandi. Her eiga stjórn og leiðsla at ganga undan sum fyrimyndir og sjálv gera eitt fyribyrgjandi arbeiði. Ikki er óvanligt at hoyra, at syrgt verður fyri heilsugóðum kosti til starvsfólkini í arbeiðstíðini. Tiltøk heilsuni at frama verða fyriskipað og trivaðurin settur í hásætið. Hetta er leiðin fram.

Ítróttur og fyribyrging
Frammi hevur verið, at ítróttur og rúsevni hoyra als ikki saman. Tað eru felagsskapir, ið arbeiða fyri rúsfríum umhvørvi og fyribyrgjandi tiltøkum, ið siga so, men lítið nyttar, tá leiðandi persónar innan nevndu stovnar sjálvir ganga undan sum vánligar fyrimyndir við sigarettini fremst. Kanska tað ikki verður drukkin rúsandi løgur ella notin onnur rúsandi evni, men er tað nakað rúsevni, ið ger njótaran hongdan at rúsinum, so er tað tubbakkið.
Eg gleðist um at hoyra, at okkara heilsumálaráðharri er farin í gongd við ábøtur, tá talan er tubbakk. Tiltøk, sum at beina tubbakið burtur av hillunum, hægri prísir og hækkað aldursmark er leiðin frameftir.
Eftir stendur nú bara at fáa fyrimyndirnar at gera tað sama. Við kemur fyribyrgingin upp á eitt enn hægri støði.