Tú veitst IKKI hvar tú hevur Fólkaflokkin

"Ongum nýtist at ivast í, hvar vit standa. Nú standa vit saman lið um lið til frama fyri okkara flokk og okkara politikk."

 

Soleiðis skrivar nývaldi formaðurin í Fólkaflokkinum, Christian Andreasen.

 

Men tað er sjón fyri søgn, at tú IKKI veit, hvat tú fær við Fólkaflokkinum. Júst avgreidda atkvøðugreiðslan um nýggjan formann er eitt upplagt dømi um tað. Tú kann vera liberalur, men fáa ein stokk konservativan politikk, velur tú Fólkaflokkin.

 

Fólkaflokkurin tosar javnan um størri sjálvræði, yvirtøkur og niðurskurð av ríkisveitingini, men teir hava ongar yvirtøkur framt hetta valskeiði, og hava ikki minkað blokkin við eina krónu. Tvørtur ímóti, so ætlar flokkurin at geva tilsøgn til donsku stjórnina um seta sína hernaðarútgerð upp her í Føroyum, heldur enn at halda fast uppá, at vit sjálvi taka okkum av tí.

 

Fólkaflokkurin hevur tosað nógv um fíggjarstýring, og hartaði undanfarnu samgongu fyri at brúka ov nógvar pengar. Hetta hóast undanfarna samgonga megnaði at hava eitt yvirskot á 1.5 milliardir, og fíggjaði øll síni átøk. Hendan samgongan hevur havt tveir fólkafloksmenn sum fíggjarmálaráðharrar, men hava ikki megnað at havt yvirskot á nakrari fíggjarlóg, og tað verður ivasamt, um tað verður nakað yvirskot fyri 2022, tá avtornar. Mann gevur meira út, og tekur minni inn. Tað sigur seg sjálvt, at onki skil er í almennu kassunum.

 

Samstundis hartar Fólkaflokkurin samgonguna – og harvið seg sjálvan - fyri vánaliga fíggjarstýring, sjálvt um tað er júst Fólkaflokkurin, sum í dag situr á kassanum. Hatta kallar mann at “blása við mjøli í munninum”.

 

Fólkaflokkurin sigur seg vera fyri fríari kapping, men hevur valt ein leist í fiskivinnuni, sum byggir á politiska útluting, í bestum planbúskaparligum stíli. Politiska útlutingin verður ballað inn í “tryggar og støðugar” karmar, men merkir í veruleikanum at tryggja okkara fiskatilfeingi til nøkur ávís reiðarí.

 

Fólkaflokkurin tosar um frílyndi, men vil ikki geva samkyndum rættindi til at giftast ella fáa foreldramyndugleika. Tað er júst tað sum elvdi til kreppuna í Fólkaflokkinum beint fyri jól. Fólkaflokkurin vil heldur ikki lata familjurnar sjálvar taka avgerð um teirra barnsburðarfarloyvi, og vil heldur ikki liberalisera rúsdrekkalóggávuna.

 

Jú, sanniliga mugu vit ivast í, hvar Fólkaflokkurin stendur. Hann hevur jú riðið á tveimum hestum í áratíggju.

 

Bjarni Kárason Petersen

 

Løgtingsmaður