Tú fær ókeypis morgunmat heim við

- Tú koyrir bara fram við og fært morgunmatin inn í bilin, verður sagt um hetta geniala tiltak.

 

 

Leygarmorgunin hin 18. desember, sum er í morgin, bjóðar Sjóvar kommuna øllum borgarum sínum ókeypis morgunmat.

 

- Men, vegna koronu-tilmælini fara vit ikki at savnast til morgunmatin. Í staðin fáa fólk morgunmatin heim við í einum posa.

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at morgunmaturin verður pakkaður og útflýggjaður við bilhúsið hjá Georg í Strandatúni.

 

Fólk, sum koma til gongu, fáa sjálvsagt eisini ein morgunmatarposa, og morgunmatur fæst millum klokkan 9 og 10.30.

 

- Tú koyrir bara fram við og fært morgunmatin inn í bilin, siga tey um hetta geniala átak á Strondum.

 

Tiltakið varð fyrstu ferð roynt í fjør, og undirtøkan var sera góð. Nú vóna tey í Sjóvar kommunu, at undirtøkan verður eins góð í ár.