Áttu fríspark áðrenn NSÍ kom á odda

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Venjarin hjá Skála viðurkennir, at fyrra málið hjá NSÍ var gott, men heldur, at teir áttu fríspark í støðuni áðrenn málið kom

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Pauli Poulsen á Rás2 aftaná, at Skála á heimavølli hevði tapt 0-2 ímóti NSÍ.

 

Pauli Poulsen viðurkennir, at málið hjá Bethuel Hansen til 1-0 til NSÍ var væl sett inn, men hann heldur, at Skála átti at fingið fríspark í sín lut í støðuni áðrenn málið kom.

 

Høvuðsvenjaran hjá Skála heldur, at hansara menn vóru væl við nógvar løtur í dystinum, og tað mugu teir so taka við sær til komandi dyst, sum verður ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu komandi sunnudag. 

 

Hjá Skála kom tað væl við, at TB vann á AB í dag, so tað framvegis eru átta stig hjá Skála niður til niðurflytingarstrikuna.