Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur sínar metingar um, hví so nógv fólk eru deyð í ferðsluni seinasta árið, og hvat er at gera.
- Tað er ilt at siga, hví tað henda so nógvar deyðsvanlukkur upp á so stutta tíð. Væntandi er tað tilvildarligt, tí vit hava ikki ábendingar um, at atferðin hjá fólki er versnað seinasta árið, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri fyri Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Tvørturímótið hevur talið á ferðsluvanlukkum við fólkaskaða verið minkandi seinnu árini. Eisini hevur løgreglan greitt frá, at fólk í minni mun verða tikin fyri at koyra ávirkað og eru raskari at siga frá, um onnur gera tað.
- Men tá fólkatalið er so lágt sum hjá okkum, sæst hvør einstøk vanlukka væl aftur í hagtølum.
Um ferð vísa gallupkanningar, at tað eru nógvir føroyingar, ið koyra ov skjótt. Í okkara Gallupkanning frá apríl 2013 svaraðu 39%, at tey vanliga koyra 80 km/t ella minni á vegum við hámarksferð á 80 km/t. Restin sigur seg vanliga koyra skjótari. Hetta er ábending um, at tað er góðtikið millum manna at bróta hámarksferðina. Tó er at fegnast um, tað vóru fleiri, ið søgdu seg halda hámarksferðina í 2013 enn í 2012, tá 32 % av føroyingum siga seg vanliga halda hámarksferðina, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Hvat kann gerast
Hagtølini fyri 2013 og 12 vísa greitt, at vit koma ikki sovandi til trygga ferðslu. Skulu fleiri lív bjargast í ferðsluni, krevur tað áhaldandi stóran innsats frá fleiri síðum. Tað vil millum annað siga økt undirvísing, átøk, politieftirlit, tryggari vegir og tryggari bilar.
- Men vit skulu vera greið um, at tað at betra atferð tekur tíð. Tú kanst ikki broyta atferð hjá fólki við einum átaki. Kanningar uttanlands vísa, at átøk, sum sameina kunning við hert løgreglueftirlit hava størstan slagmátt, og Ráðið samstarvar við løgregluna um átøk. Hetta er eitt áhaldandi arbeiði, ið alla tíðina má haldast í gongd. Nýggj ættarlið koma til, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Í 2010 og 2011 doyði ein í føroysku ferðsluni. Men í 2007 doyðu 7. Og í 2005 5.
- 6 deyð í 2013 er eitt høgt tal, og nógv hægri enn í øðrum norðurlondum (DK, NO og SV), har tey liggja á umleið 3 deyðum pr. 100.000. So tá 6 doyggja í føroysku ferðsluni, svarar tað til umleið 12 pr. 100.000. Og 2014 fekk eisini eina vanlukkuliga byrjan í Føroyum, sigur Brynhild Høgnadóttir.
26 fólk eru deyð í ferðsluni síðan 2006. Sí eisini hjáløgdu hagtøl.
Skaðanevnd
Koyrilærarar undirvísa eisini í váðafúsari atferð í ferðsluni. Vit eiga altíð at royna at gera meiri og gera tað betri. Vit taka undir við øllum, sum kann betra ferðslutrygdina. Sí eisini svar upp á seinasta spurningin.
Men hvar standa vit so í spurninginum um eina skaðanevnd, sum kann greina ferðsluvanlukkur út í æsir.
- Jú – eitt sera týðandi mál! Í Álitinum um nullhugsjónina verður mælt til at Skaða-/eftirlitsnevnd verður sett. Hennara høvuðsuppgávur eiga at vera at kanna øll ferðsluóhapp, har fólk hava fingið álvarsligt mein ella eru deyð og at skriva eina frágreiðing til viðkomandi myndugleikar um hvørja einstaka vanlukku. Nevndin eigur eisini at hava eftirlit við ferðslutrygdartiltøk, sum verða mælt verður til, verða framd og at meta um, hvussu tað gongst við at fremja tey í verki, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Við 1 millión á fíggjarlógini hevur Ráðið avmarkaðar møguleikar.
- Tað, sum vit gera øðrvísi í 2013 og 2014 er at vit hava økt starvsfólkatalið úr einum upp í tvey fólk, stjórin íroknað. Hetta hevur eitt nú borið til í samstarvi við øðrum av stuðlum okkara, Tryggingarfelagið Føroyar. Hetta eyka starvsfólkatilfeingið verður brúkt til at framleiða nýtt ferðsluundirvísingartilfar til fólkaskúlan, sum verður klárt til komandi skúlaársbyrjan. Her er talan um nýtt talgilt undirvísingartilfar til 1.-9. flokk. Her eru børn og ung sostatt í miðdeplinum, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Átøk
Eitt annað nýtt, sum vit arbeiða við, er at vit fara at bjóða okkum fram at samstarva við fyritøkur. Hetta gevur meining, tí kanningar uttanlands vísa, at 40% av ferðsluvanlukkum eru relaterað til arbeiði ella á veg til og frá arbeiði. Vit fara at bjóða okkum at samstarva við fyritøkur um ferðslutrygga atferð í arbeiðstíð. Hetta fer væntandi at gagna samlaðu føroysku ferðsluni – eisini uttanfyri arbeiðstíð, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Tað sum vit annars gera í 2014 er at halda fast í átøk, har innihaldið er teir vanlukkufaktorar, sum ganga oftast aftur í deyðsvanlukkum, tí tað er her, at fleiri lív kunnu bjargast. Tað vil siga átøk, har boðskapurin er at fáa føroyingar:
• at seta ferðina niður,
• at lata vera at koyra, um tey hava smakkað sær á
• at vera gáin, tá tey koyra bil
• og at fáa fólk at minnast til trygdarbeltið.
Eisini halda vit áfram við undirvísing fyri landsins 8. flokkum, har teir verða bodnir til Ferðsludag, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri á Ráðnum fyri Ferðsulstrygd.










