Ættleidd skulu fáa síni rættindi

Nevndin í Ættleiðingarfelagnum skipaði seg herfyri við Anju Andreasen sum forkvinnu.

20. mai var tann árligi familjudagurin og aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum hildin í barnagarðinum á Mýrunum í Runavík. Familjur úr Eysturoynni høvdu fyriskipað dagin.
Luttøkan var góð, umleið 120 vaksin og børn. Tey ættleiddu børnini, ið luttóku, vóru úr hesum londum: Bulgaria, Etiopien, Indien, Kolumbia, Korea, Kina, Suður Afrika, Tailand og Vietnam.
Byrjað var við morgunmati og síðani vóru nakrir sangir sungnir.
Eftir hetta hevði Bessi Bjarnason, Marte Meo ráðgevi,  kunning um Marte Meo háttin, um hvussu Marte Meo verður brúkt til at vegleiða foreldrum í at skapa tilknýti til ættleidda barnið, og at vera  mennandi í samskiftinum við tað.
Aftaná døgurða var aðalfundurin. Í meðan aðalfundurin var, varð skipað fyri tiltøkum fyri børnini. Ung fólk úr Eysturoy sungu saman við børnunum og børnini spældu eisini bæði inni og úti í barnagarðinum á Mýrunum, sum var ein fráíkur karmur um hetta tiltak. Bæði foreldur og børn hugnaðu sær óført.
 
Nýggir nevndarlimir
Á aðalfundinum vóru 2 nýggir limir valdir í nevndina, tað vóru Anja Andreasen og Bessi Bjarnason.
Tann 14. juni kom nevndin saman og skipaði seg soleiðis: Forkvinna er Anja Andreasen, skrivari er Bessi Bjarnason, kassameistari er Ann Lindberg og nevndarlimir Annika Marr Poulsen og Poul Geert Hansen.
Eitt sera týdningarmikið endamál hjá Ættleiðingarfelagnum er at fáa í lag samband millum ættleiðingarfamiljur. Felagið vil fegið virka sum samskipari ella sambindingarlið millum familjur.
Í viðtøkunum hjá felagnum stendur, at Ættleiðingafelagið virkar m.a. fyri, at øllum verður givin somu rættindi, uttan mun til uppruna. Felagið virkar eisini fyri at ættleidd verða integrerað í tað føroyska samfelagið, og at kunna um ættleiðing, har tørvur er á tí eins og tey umboða áhugamálini hjá felagnum mótvegis myndugleikunum.
Ættleiðingarfelagið er altíð til reiðar at hjálpa og vegleiða um ættleiðing. Felagið hevur tilknýti til, heilsusystir, fysioterapeut, talupedagog og áhugabólkar, sum ein kann venda sær til, um ein hevur ættleitt eitt barn ella hevur ætlanir um at ættleiða eitt barn.
Ættleiðingarfelagið hevur  eina heimasíðu, www.aettleiding.fo Har ber til at fáa ymiskar upplýsingar um ættleiðing, somuleiðis ber eisini til at senda fyrispurningar inn til felagið.