Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur seinnu árini lagt stóra herðslu á, at rasisma skal av leikvøllinum. Áskoðarar sum hava rópt rasistisk ókvæmisorð eru bannaðir frá leikvøllinum, og fótbóltsspælarar, sum hava rópt rasistisk ókvæmisorð eftir øðrum fótbóltsspælarum hava fingið longri leikbann.
UEFA hevur seinnu árini eisini havt eina framferð, sum nevnist "Respect" (myndin) fyri at fyribyrgja rasismu á fótbóltsvøllinum.
Herferðin tykist kortini ikki at hava gjørt mun í Føroyum. Ein ung føroysk genta í høvuðsstaðarøkinum, sum er ættleidd hevur upplivað óteljandi ferðir, at gentur, sum spæla á mótstøðuliðnum rópa rasistisk ókvæmisorð, so sum "Tín f...... nekari". Unga ættleidda gentan upplivir eisini rasismu uttanfyri leikvøllin, og er í døpurhuga.
Foreldrini eru í villareiði um rasistisku niðringina, sum verður endurtikin ferð aftaná ferð, og tey ynska av hjarta, at RESPECT-herferðin hjá UEFA eisini verður tikin í álvara í FSF, sum er eitt UEFA-limaland. Foreldrini hjá ættleiddu gentuni ynska, at FSF og føroysku fótbóltsfeløgini taka málið um rasismu í størsta álvara, og gera átøk fyri at steðga allari rasismu, bæði á fótbóltsvøllinum, og rundanum fótbóltsvøllin.