Ættleidd børn klára seg betur enn børn, sum vaksa upp hjá fosturfamiljum. Hetta vísir nýggj altjóða kanning Børn, sum verða ættleidd, mennast betur kropsliga, hava færri innlæringartrupulleikar og klára seg betur í fleiri ymiskum førleikaroyndum enn børn, sum varveita tilknýti til biologisku foreldrini og vaksa upp antin hjá fosturfamiljum ella á stovni.
Danski granskingardepilin, Det Nationale Forskningscenter for Velfærd (SFI), hevur savnað granskingarúrslit úr fleiri londum, og niðurstøðan er heldur óvæntað púra greið: Børn, sum verða ættleidd og tískil ikki hava møguleika at venda til biologisku foreldrini klára seg betur á øllum økjum.










