Ættleiðingarfundur í Leirvík

Árligi familjudagurin og aðalfundurin hjá ættleiðingarfelagnum verður í missiónshúsinum í Leirvík leygardagin 28. apríl Fyrst og fremst verður dagurin ein familjudagur, har høvi verður at síggja vinir og kenningar, práta, spæla og hava eina góða løtu saman, men eisini verða onnur tiltøk á skránni, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Fyrireikararnir vóna, at dagurin verður eins góður og undanfarnu árini og at nógv, bæði kend og nýggj andlit, vera at síggja í Leirvík. Felagið skrivar, at tað er hugaligt at merkja, at talið av luttakarum til familjudagin og av limum í felagnum er í støðugum vøkstri. Í fjør vóru yvir 100 fólk tilmeldaði familjudagin og spennandi verður at vita, um ikki talið av luttakarum fer at gerast enn størri í ár.

Ættleiðingarfelagið er fyri øll, ið hava áhuga fyri ættleiðing og dagurin er tí ikki bert roknaður teimum, sum í løtuni hava ættleidd børn. Vónandi eru onkrar familjur, ið enn ikki hava ættleitt børn, eisini áhugaðar í at luttaka, skrivar felagið og vísir á, at tað hevði verið stuttligt, um ommur og abbar, enn fleiri hálvvaksin og vaksin ættleidd ella ættleiðingarforeldur, ið børnini eru vorðin vaksin hjá, løgdu leiðina framvið.