Ættleiðingarfelagið hevur spennandi tiltak

Tiltakið verður í Miðlahúsinum klokkan 19 í kvøld Í kvøld skipar Ættleiðingarfelagið fyri áhugaverdum tiltaki í Miðlahúsinum fyri ættleiðingarfamiljum og øðrum áhugaðum.

Byrjað verður við, at umboð fyri Ríkisumboðið røða um reglur, rætt og viðurskifti annars viðvíkjandi ættleiðing í Føroyum. Ríkisumboðið er myndugleikaparturin á økinum, sum millum annað hevur til uppgávu at kanna og góðkenna ættleiðingarforeldur

Síðani verður stuttur steðgur til kaffi og prát. Eftir steðgin koma umboð fyri Gigni, at tosa um heilsufrøðilig viðurskifti viðvíkjandi ættleiðing í Føroyum. Gigni arbeiðir dagliga við at veita heilsufrøðiliga tænastu til smábarnafamiljur eins og til skúlabørn/tannáringar.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis byrjar klokkan 19 í kvøld.