Óttin fyri verkfalli fekk nógv at setast aftur

Á páskum skipar føroyska kampingfelagið fyri páskaferð til Suðuroy. Men av tí, at undirtøkan verður helst ikki so stór, sum ætlað, ber framvegis at melda seg til ferðina. Ivan Skorheim, formaður í felagnum, sigur, at tey høvdu væntað, at einir 40 húsvognar fóru at vera við á ferðini.

Men nú freistin at melda til, er farin, hava bara 20 vognar meldað til.

- Eg haldi, at tað er óttin fyri verkfalli á Strandferðsluni, sum hevur fingið fleiri at setast aftur, staðfestir formaðurin

Stígur er komin í samráðingarnar um sáttmálan hjá yvirmonnunum á Strandferðslunu og tí hevur Strandferðslan verið hótt av verkfalli.

Men síðani er staðfest, at onki fer at henda fyrrenn eftir páskir.

Og nú verkfalshóttanin er á páskum er av, vónar kampingformaðurin, at fleiri húsvognar fara at melda seg til ferðina.

- Freistin er farin, men av tí, at so fáir vognar hava meldað til, ber framvegis til koma við, sigur Ivan Skorheim.

Onkrir vognar fara til Suðuroyar í kvøld og verða so í oynni øll páskini, men teir flestu fara suður mikudagin og fara norður aftur annan páskadag.

Húsvognarnir fara at standa á plássinum uttanfyri ítróttarhøllina í Trongisvági.

Formaðurin sigur, at hentleikarnir verða av teimum allarbestu.

- Á plássinum er bæði el, vatn og umstøður til at tøma rottangan. Samstundis er ókeypis atgongd til wc og brúsu inni í høllini og matstovan og kioskin í høllini eru verða eisini opin.

Á myndini sæst plássið, vognarnir skulu standa á og haðani er beinleiðis atgongd til hentleikarnar inni í høllini.