Óttin fyri kríggi styrkir Schrøder

Nógvir týskarar eru ímóti kríggi við Iran og Saddam Hussein, og tað kemur kanslaranum væl við, nú valið til samveldistingið nærkast

TÝska valiÐ
Árni Joensen:

Nú minni enn fjúrtan sagar undan valinum í Týsklandi bendir nógv á, at veljararnir hava gloymt tey stóru arbeiðsloysistølini, og at fólk heldur eru farin at tosa um vandan fyri, at Týskland verður drigið upp í eitt vesturlendskt kríggj ímóti Irak og Saddam Hussein.
Gerhard Schrøder, kanslari hevur alla tíðina ávarað amerikanarar ímóti at leypa á Irak, og hetta endurtók hann um vikuskiftið, tá hann hitti franska forsetan Jacques Chirac.
Mótvalevnið, Edmund Stoiber, tekur undir við álopi á Irak, treytað av góðkenning í trygdaráðnum hjá ST, og hann hevur lagt kanslaran undir at seta Týskland uttan fyri hin partin av Evropa. Harafturat heldur Stoiber, at tann avgjørda støðan hjá Schrøder kann koma viðurskiftunum millum Týskland og USA í vanda.
Ein kanning í blaðnum Der Spiegel vísir, at 64 prosent av týskarunum eru ímóti kríggi við Irak, og 58 prosent halda, at ein stjórn undir leiðalu av Gerhardi Schrøder, kanslara og Joschka Fischer, uttanríkisráðharra er betur før fyri at tryggja friðin enn ein borgarlig stjórn við Edmundi Stoiber í kanslarastólinum. Einans 25 prosent halda Stoiber vera ta betru trygdina fyri friði.
Týski verjumálaráðharrin, Peter Struck, segði sunnudagin, at so leingi sosialdemokratarnir sita í stjórnini, verður eingin týskur hermaður sendur til Irak. Hann legði afturat, at Týskland fer ikki at kenna seg bundið til at senda hermenn hagar, sjálvt um trygdarráðið hjá ST skuldi góðkent amerikansku álopsætlanina.
Men Gerhard Schrøder man neyvan vera serliga fegin um, at hann nú fær rós úr Bagdad. Um vikuskiftið segði irakski uttanríkisráðharrin, Naji Sabri, at Týskland hevur tikið ta røttu støðuna, sum vísir, at stjórnin í Berlin skilir tann stóra vanda, sum liggur í amerikansku krígsætlanini.
Tað var ivaleyst hetta, sum fekk ein talsmann hjá sosialdemokratiska flokkinum at gera vart við, at avgerðin hjá kanslaranum umfatar bert beinleiðis álop á Irak. Samtykkir ST hinvegin at leggja trýst á Irak fyri at fáa landið at loyva vápnaeftirlitsmonnunum aftuir til arbeiðis, fer Týskland at taka undir við tí, segði talsmaðurin.