Átti umborð á Smyrli

Ung kvinna úr Vági átti eina lítla diddu umborð á Smyrli.

Í gjárkvøldið fór fram heldur óvanlig hending umborð á Smyrli, tá ein ung kvinna úr Vági átti eina lítla diddu umborð á Smyrli.

 

Hetta veit suðurrás.fo at siga.

 

Unga kvinnan varð sett at eiga um 3 vikur, men fekk verkir í gjárkvøldið. Kvinnan setti seg í samband við jarðamóður og fór á Sjúkrahúsið á Tvøroyri, men varð higani send beina leið omborð á Smyril. Smyril skuldi fara av Krambatanga til Havnar kl. 21 í gjárkvøldið, men bíðaði eina løtu eftir ungu kvinnuni og jarðamóðrini.

 

Skjótt gekk, tí tá Smyril kom á Lítla Dímun átti unga kvinnan eina diddu. Sum skilst hava móðir og barn tað gott, skrivar Suðurrás.