Áttatiárini skulu takast til eftirtektar

Løgtingið skal taka frágreiðingina hjá grein 19 nevndini til eftirtektar, heldur formansskapurin í løgtinginum

Løgtingið sleppur nú at viðgera drúgvu frágreiðingina hjá grein 19 nevndini um áttatiárini. Í einum uppskoti, sum Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, hevur lagt fram, verður skotið upp, at løgtingið tekur frágreiðingina hjá nevndini til eftirtektar.

Hetta merkir, at løgtingið skal viðgera frágreiðingina, sum nevndin handaði løgtinginum í november.

Finnbogi Ísakson sigur, at almenningurin eins og allir løgtingsmenn nú hava havt høvi til at lesa frágreiðingina, og nú er tíðin komin til, at løgtingið umrøður frágreiðingina.

Ivi hevur verið um, hvussu frágreiðingin skuldi viðgerast, eftir at hon var liðug, og formansskapurin hevur tí gjørt av, at løgtingsformaðurin leggur eitt uppskot til samtyktar fyri løgtingið.

Verður uppskotið samtykt, so hevur løgtingið tikið frágreiðingina til eftirtektar, men tað er ikki greitt, um frágreiðingin á annan hátt avleiðingar.

Grein 19 nevndin varð sett í 1995 at kanna møguligar óregluligar politiskar og umsitingarligar avgerðir í áttatiárunum, og niðurstøðan hjá nevndini er millum annað, at politiska leiðslan svek, týðandi eftirlit sveik, at politiski og umsitingarligi førleikin als ikki var nøktandi, og at góð ráð ikki vórðu fylgd. Grein 19 nevndin staðfestir, at umleið tíggju ár skuldu ganga áðrenn politikarar sóu, hvussu galið tað var, men tá var ov seint ? samfelagsskútan sigldi á land.

Tað er ikki greitt enn, nær løgtingið fer undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá løgtingsformanninum.