Dansur
Sørvági:Sørvingar bjóða í dans leygarkvøldið. Seks ymiskir bólkar, sum vóru virknir í áttatiárunum, fara at spæla, og skipað er fyri bussferðum til og frá dansinum. Tað er stuðulsfelagið hjá SÍ, sum skipar fyri tiltakinum. Tiltakið byrjar á miðnátt leygarkvøldið, og Marjun í Kálvalíð úr Miðvági verður frásøgufólk, sigur stuðulsfelagið hjá SÍ í tíðindaskrivi.
Skipað verður fyri ferðasambandi til Sørvágs. Bussar koyra úr Fuglafirði, av Tofum og úr Havn, og steðgað verður á vanligum støðum á vegnum.
Úr Fuglafirði fer bussur klokkan 23.30. Hann koyrir út á Toftir, áðrenn farið verður vestur i Vágar. Koyrt verður av Toftum umleið klokkan 24.00. Kostnaðurin fyr flutning úr Eysturoynni aftur og fram er settur til 100,- krónur. Tað ber til at ringja til bussin á tlf. nr. 21 21 21.
Eisini úr Havn koyrir bussur í samband við dansin í Sørvági leygarkvøldið. Hann koyrir frá City klokkan hálvgum eitt, og er kostnaðurin við tí bussinum kr. 160,- aftur og fram. Tann bussurin hevur tlf. nr. 21 77 53.
Bussarnir koyra úr aftur Sørvági klokkan 04.15 sunnumorgunin, og teir steðga eisini á heimvegnum á teimum vanligu støðunum, siga sørvingarnir í tíðindaksrivinum.
Teir seks bólkarnir, sum fara at spæla til dans í Sørvági leygarkvøldið, eru: Tinganest, Tarok, Ghost Riders, Nautilus, Arival og Jóanes & Co.