Óttast Ísland verður næsta landið

Ein av stríðsmonnunum fyri at varðveita stovnum av villum laksi í Norður atlantshavi, íslendingurin Orri Vigfusson er ógvuliga harmur at hoyra, at ILA sjúkan aftur hevur tikið seg upp í Føroyum.

 

Ein av stríðsmonnunum fyri at varðveita stovnum av villum laksi í Norður atlantshavi, íslendingurin Orri Vigfusson er ógvuliga harmur at hoyra, at ILA sjúkan aftur hevur tikið seg upp í Føroyum.

-Vit stúra, men vit hava álit á, at føroysku myndugleikarnir fara at gera alt, sum stendur í teirra makt fyri at steðga smittuni, sigur hann.

-Vit halda, at nógv strangari reglur eiga at vera settar í verk, soleiðis at sjúkan verður fyribyrgd í framtíðini. Longu nú er sjúkan flutt úr Noregi til Skotland og nú Føroyar og vit óttast, at næsta landið verður Ísland. Sjúkan er longu í Kanada og har er hon eisini staðfest hjá villum fiski. Hetta er ræðandi. sigur Orri Vigfusson.

-Vit fara at heita á allar tjóðir kring Norðuratlantshav at gera enn strangari reglur fyri at steðga sjúkuni. Vit far at heita á londinu um at lóggeva soleiðis, at alarar beinanvegin hava skyldu at boða frá, tá slíkar sjúkur taka seg upp. Hesar reglurnar eru alt ov linar í dag. Alarar eru í mongum førum slett ikki skyldugir at boða frá, um fiskur gerst sjúkur. Vit halda, at tað eigur at verða ein almennur myndugleiki, sum ger av, hetit óheft av alarunum, hvat skal gerast. Hesin skal eisini hava rættin sjálvur at grípa inn. Djóralæknamyndugleikin í teimum ymisku londunum eigur at gera eitt betri arbeiði enn hann ger í dag. sigur Orri Vigfusson.

-Stóra handilsketan í Bretlandi, Marks & Spencer hevur júst boðað frá, at eftirlit við sjúkum má gerast nógv strangari, skal fyritøkan framhaldandi selja úrdráttir frá alivinnuni, innaneftirlitið má gerast strangari, sigur Orri Vigfusson.