Óttast nýggjan 11. september

Amerikanarar ávara um, at felagsskapurin al-Qaeda ætlar at ræna flogfør til enn ein 11. september.

Amerikonsku myndugleikarnir bera ótta fyri, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda hevur ætlanir um ein 11. september sum tann fyri tveimum árum síðani.

Myndugleikarnir halda, at al-Qaeda kann fara at ræna ferðamannaflogfør, sum flúgva í amerikonskum loftrúmi ella nærhendis amerikanska meginlandinum og at nýta tey til álop á mál í USA. Umframt flogfør, sum fara á flog í USA, eru tað serliga flogfør úr Kanada, sum flúgva uppi yvir USA ella nærhendis meginlandinum, og tí hava amerikanarar samstarvað við teir kanadisku mynduglekarnar fyri at bøta um trygdina í teimum kanadisku floghavnunum.

Amerikikanarar siga, at fleiri amerikonsk flogfeløg hava fingið hóttanir teir seinastu mánaðarnar.

Men tað eru ikki bara álop úr luftini, sum amerikanararnir stúra fyri. Sagt verður, at al-Qaeda kann eisini fyrireika seg til onnur álop. Eitt nú at at breiða álvarssamar sjúkur og at eitra vatnveitingar ella matvørur.