Óttast kinesisk klæði

VINNUSÍÐUKLUMMAN

Finnbogi Ísakson
?????
Tann bíliga arbeiðsmegin í Kina, sum gerst alsamt betur útbúgvin, hevur rættiliga loypt hvøkk á Vesturheimin. Fiskur verður fluttur úr Føroyum til Kina, har - eftir okkara mátistokki - undirløntir kinesarar virka hann til so bíliga, at tað loysir seg at flyta hann yvir hagar og aftur á evropeiska marknaðin, har hann verður seldur.
Í grannalondum okkara missa fólk arbeiði ár um ár, tí fyritøkurnar flyta sítt virksemi til Kina. So við og við kemur India eisini upp í part. Meir enn triðingur av heimsins íbúgvum búgva í hesum londum - 1,3 miljardir í Kina og 1,1 í India, íalt 2,4 miljard-ir fólk. Tilsamans er fólkatalið í verðini 6,5 miljardir. Tað er sostatt eitt ófatiliga stórt menniskjansligt tilfeingi, Kina og India hava. Avleiðingarnar av fráflytingini av arbeiðsplássum er ræðandi. Bara í Danmark hvurvu 15.000 arbeiðspláss í fjør, tí fyritøkurnar fluttu til láglønarlond, fyrst og fremst Kina.
Tað er alheimsgerðin, globaliseringin, sum hevur hesar broytingar við sær. Kapitalurin flytur alla tíðina úr einum landi í annað, alt eftir hvat loysir seg best hjá fyritøkunum. Margaret Thatcher í Bretlandi og Ronald Reagan í USA vóru forsprákarar fyri teirri ótálmaðu kapi-talismuni, sum skuldi hava frælsi at ferðast ótarnað millum lond.
Bretland og USA eru framvegis tey londini, sum taka best undir við hesum politikki. Á evropeiska meginlandinum er tað Týskland, sum eltir hini bæði londini mest. Tey smáu londini í Evropa, eitt nú Norðurlond, halda seg ikki hava annan møguleika enn at fylgja við og royna at skapa nýggj arbeiðspláss fyri tey mistu.
Hini stóru londini í Evropa - burtursæð frá Týsklandi - eru ikki so fús at lata alheimsgerðina fara avstað við sínum arbeiðsplássum, minka skattin og vælferðina. Eitt av londun-um, sum er rættiliga afturhaldandi, er Frakland.
Sunnudagin visti bretska útvarpið BBC tey tíðini, at franska stjórnin er stúrin fyri teimum nógvu klæðunum, sum floyma úr Kina inn yvir evropeiska marknaðin. Franski ídnaðarmálaráðharrin Patrick Devedjian segði, at vandi var fyri, at 7000 arbeiðspláss hvørva í Fraklandi, um Kina ikki avmarkar sín útflutning av klæðum. Hann kom við sínari viðmerking, eftir at handilskomisserurin hjá ES, Peter Mandelson, hevði byrjað kjak um hetta mál.
Í 1974 varð ein kvotuskipan gjørd fyri útflutningi av klædnavørum úr øllum londum. Avtalan var galdandi í 30 ár og fór sostatt úr gildi 1. januar í ár. Síðani hevur Kina økt munandi um sín útflutning av klædnavørum.
Alheims handilsfelagsskapurin WTO upplýsir, at í 2003 framleiddi Kina 17% av øllum klædnavørum í heiminum, men rokn-að verður við, at framleiðslan fer at økjast til 50% eftir trimum árum, av tí at Kina hevur so stóran fyrimun av lágum lønum og øðrum framleiðslukostnaði.
Devedjian segði, at "støðan er sera hættislig fyri okkara klædnavirki, tí henda vinnan hevur longu havt tað ringt í mong ár."
Hann heitti á ES um at fylgja amerikanska fyridøminum og samtykkja lógir, sum avmarka kinesiska útflutningin.
Hetta er loyvt sambært WTO-reglum. Reglurnar eru, at lond, ið eru í vanda fyri, at klædnamarknaður teirra syndrast orsakað av innflutningi úr Kina, kunna sjálvi avmarka vøksturin í innflutninginum til 7,5% um árið fram til ár 2008. Tíðindamenn siga, at tað kjakið, sum Peter Mandelson hevur sett í gongd, kann hava við sær, at slíkar avmarkingar verða settar í verk.
Franski forsætisráðharrin Raffarin hevur júst verið á vitjan í Kina. Í einari røðu segði hann seg vóna, at tað ikki fór at verða neyðugt hjá ES at seta slíkar innflutningsavmarkingar í verk. Í staðin heitti hann á Kina um sjálvt at avmarka útflutningin av klædnavørum til Evropa.
Málið er rættiliga áhugavert út frá tí, at tað er ein spurningur, hvussu tey stóru londini í Evropa og kanska aðrastaðni við fara at reagera, um teirra arbeiðsloysi veksur nógv av tí, at kinesarar kunna framleiða vørurnar nógv bíligari.