Óttast hópuppsagnir í Kringvarpinum

– Í ringasta føri verða 30 fólk søgd úr starvi í næstum. Aftur í ár verður hall, og eginognin er burtur.

Tað frættist úr Kringvaprinum, eftir at fundur í dag hevur verið við starvsfólkini, har leiðslan hevur boðað frá sera ringu fíggjarvánunum hjá stovninum.

Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar, at vandi er fyri, at millum 15 og 30 starvsfólk verða søgd upp í næstum, og at orsøkin er fíggjarliga støðan. Inntøkumetingin heldur ikki, og útreiðslurnar eru størri enn væntað:

– Tá árið byrjaði, væntaði Kringsvarpið at faa 60 milliónir krónur í inntøkum í 2012, men nú árið er farið at halla, eru inntøkurnar umleið 56 milliónir kr. Tað merkir, at roknskapurin í ár fer at vísa 3,7 milliónir kr. í halli, og eginognin er burtur.

Formaður í Kringvarpsstýrinum er Rúni Heinesen, og hann segði við útvarpið klokkan 15, at álvarslig stig mugu takast, til tess at fáa stovnin í trygga legu. Hann segði, at tey hava roynt hevur at útvega Kringvarpinum betri fíggjarlig kor, m.a. við eykajáttan, men politiskur vilji hevur ikki verið til tess.

– Skal fíggjarætlanin hjá stovninum halda næsta ár, má berast skjótt at, sigur Rúni Heinesen. Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, hvussu nógv starvsfólk verða søgd upp.

Uppsagnirnar í Kringvarpinum fara at merkjast í sendingunum, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Møguliga verða øll starvsfólkini søgd upp, og stovnurin skipaður av nýggjum, skrivar altso heimasíðan hjá Kringvarpinum.