Óttast fyri virkseminum í Vági

Vágbingar kenna seg ótryggar, nú lokalar kreftir ikki longur eiga í alifyritøkuni, og nú fer borgarstjórin at biða um fund við nýggju eigararnar.

Líggjas í Bø, stjóri í Tjaldur, sum nú eigur 51 prosent av Faroe Farming, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at virksemið heldur fram sum higartil, og at eingin avgerð er tikin um at broyta nakað.

Bakkafrost boðaði tíðliga í morgun frá, at felagið hevði keypt allan partapeningin og selt víðari meirilutan, 51 prosent, til íløgufelagið P/F Tjaldur, sum er gamla Skipafelagið Føroyar.