Óttast familjusorgarleik í Brønshøj

Handtikni maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið fólkini, sum vóru funnin í eini íbúð í Brønshøj í morgun, hevur tilknýti til íbúðina, boðar løgreglan frá.

 

Danskir miðlar skriva, at hetta merkir, at hann antin býr í íbúðini, er í familju við tey dripnu ella hevur tilknýti á annan hátt.

 

- Vit arbeiða út frá ástøðinum um, at talan er um ein familjusorgarleik, sigur danska løgreglan við Jyllandsposten.

 

Grannar hava greitt donsku miðlunum frá, at teir hoyrdu róp og gang frá íbúðini tíðliga í morgun. Ein granni sigur, at hann hoyrdi barnagrát úr íbúðini.

 

Alt økið er avbyrgt og fólk, sum búgva í íbúðarblokkinum sluppu eina løtu ikki so mikið út í gongina.