Løgreglan var aftur í gjár á Utøya, hesaferð við serligari útgerð fyri at leita eftir elektriskum tólum, skrivar Aftenposten.
- Eg kann vátta, at vit hava gjørt eina seinastu leiting eftir elektriskum lutum. Vit nýta útgerð, sum kann finna goymdar lutir, sigur Roar Hanssen, talsmaður fyri løgregluna.
Fýra serfrøðingar, tíggju uniformeraðir løgreglumenn og manning frá Langfjella alpinu bjargingareind hjálptu Kripos at leita, skrivar Aftenposten.
Endamálið við leitingini var at fáa staðfest, um Anders Behring Breivik hevur goymt eitt upptøkutól ella myndatól á Utøya.
- Tað vilja vit fegin vita, sigur Christian Hatlo, politiadvokaur.
Vitni vilja vera við, at Breivik hevði eitt upptøkutól við sær og filmaði hópdrápið. Í manifesti sínum undirstrikar hann týdningin av at dokumentera álopini, men undir avhoyring hevur hann nokta fyri, at hann hevur tikið álopini upp á video.
Sambært Dagbladet leitaði løgreglan eisini eftir einari fartelefon, sum Breivik skal hava brúkt undir álopinum á Utøya. Undir avhoyring hevur Anders Behring Breivik sagt, at hann ringdi fleiri ferðir til løgregluna frá einari fartelefon, sum hann fann í einari kiosk.
- Breivik hevði eina fartelefon uppi á sær, sum ikki var skrásett í hansara navni, sigur Christian Hatlo við Aftenposten.