29 ára gamli maðurin, sum franska løgreglan heldur er tann, sum skeyt og drap trý fólk í miðbýnum í Strasbourg í gjárkvøldið, er enn ikki tikin.
350 løgreglu- og herfólk leita eftir manninum, men nú óttast franskir myndugleikar, at hann er rýmdur úr Fraklandi. Fimm onnur fólk blivu handtikin í nátt, men enn er ógreitt, hvat samband tey hava við álopið í Strasbourg.
Tað er framvegis ógreitt, hví maðurin byrjaði at skjóta eftir fólki. Trý fólk vórðu dripin og 13 eru særd. Átta teirra eru álvarsliga særd, siga franskir myndugleikar.
Franska løgreglan sigur, at eftir ætlan skuldi maðurin handtakast týsmorgunin fyri eitt rán og morðroynd. Maðurin var ikki heima, men heima hjá manninum fann løgreglan spreingievni. Um kvøldið byrjaði maðurin so at skjóta eftir fólki á jólamarknaðinum í Strasbourg. Sambært løgregluni brúkti hann fleiri skotvápn.
Maðurin er gamal kenningur hjá løgrelguni og er dømdur fyri lógarbrot í bæði Týsklandi og Fraklandi. Hann er eisini á einum yvirliti hjá fronskum myndugleikum yvir møguligar ekstremistar.