Boða verður frá ættarstevnu hjá Símuni og Jacobinu Hansen, á Koltursmýruni, í Skopun. Ættarstevnan verður hildin í Ungmannafelagshúsinum Samljóð í Skopun vikuskiftið 23. og 24. juli. Øll sum kenna seg í slekt niður frá Símuni og Jacobinu Hansen, á Koltursmýruni, eru vælkomin at tekna seg til stevnuna.
Ættin eftir Símun og Jacobinu Hansen er:
1. Elisa Hansen, Skopun
2. Súsanna Katrina Hansen, Skopun
3. Suffía Hansen, Skopun
4. Óla Jacob Hansen, Skopun
5. Jóan Hendrik Hansen, Skopun
6. Wenningsted Hansen, Skopun
7. Óla Christian Hansen, Skopun
Kostnaður fyri ættarstevnuna er:Vaksin 250,00 kr
Børn 7 - 16 ár100,00 kr
Børn 0 - 6 árÓkeypis
Tekningin fer fram við at flyta luttakaragjald á kontu: ÆTTARSTEVNA 2005 nr.6460- 1701799 í Føroya banka
Seinasta freist at tekna seg er 20.06.2005
Minnist til at upplýsa navn og aldur á øllum luttakarum saman við flytingini.
Á ættarstevnuni verður eitt nú skipað fyri gongutúri, bátatúrum, framsýning av myndum og nógv annað. Eisini verður bæði møti og gudstænasta á skránni sunnudagin, stendur í skránni fyri stevnuna.