Anna Sofía Petersen, f.30.04.1871+02.02.1951, var ættað úr Funningi, og Johan Hendrik Egholm f.23.02.1873+20.06.1960, var úr Havn. Tey giftust ung og búsettust undir Glaðsheyggi í Havn. Har fingu tey 11 børn, 6 døtur og 5 synir. Tey vóru eftir aldri hesi: Birthe Helene (Lena), Peter, Amalie, Jens Peter (Dess), Alfred (Affe), Hertha, Arnold (Alle), Ejvind, Petronella (Nella), Malene (Malla) og Gunhild. Ejvind doyði ungur, men øll hini 10 giftust og fingu børn. 37 vóru ommu- og abbabørnini í tali.
Av teimum 11 børnunum eru 2 døtur enn á lívi, tær eru Nella Dahl, sum er 93 ár og býr í Havn, og Gunhild Rasmussen, sum er 87 ár og býr í Keypmannahavn. Eisini eru 2 verdøtur á lívi enn. Onnur teirra er Margretha Egholm, sum var gift við Peter. Hon býr á Lágargarði og hevur júst fylt 101 ár.
Hin er Karen Egholm, sum var gift við Arnold. Hon er 97 ár og býr nú hjá dóttrini Bente í Danmark.
Av teimum 37 ommu- og abbabørnunum eru í dag 33 á lívi, elsta er 82 ár og yngsta 52 ár.
Umleið helmingurin av hesum systkinabørnum búgva uttanlands, og ofta hevur verið tosað um at hittast til eina systkinabarnaveitslu. Tá nú farið var undir at savna øll systkinabørnini, vísti tað seg at vera stórur áhugi fyri eisini at taka tey ungu við, so endin varð, at systkinabarnaveistlan gjørdist ein familjuveitsla fyri allar eftirkomararnar hjá Onnu Sofíu og Johan Hendrik Egholm. Og familjan er vorðin stór, hon telur í dag eini 350 fólk.
Veitslan, sum var hildin á Hotel Føroyum, var sera væleydnað í allar mátar. Undirtøkan var góð, útvið 180 fólk meldaðu til, av hesum vóru 35 børn undir 12 ár. Heilt av tilvild var veitslan hildin 30. apríl, á sjálvum føðingardegnum hjá Onnu Sufíu.
Nú var eisini eitt gott høvi at taka eina felagsmynd. Veðrið var til vildar, so myndin varð tikin uttan fyri hotellið. Nella og Gunhild eru báðar frískar og ferðugar hóast høga aldurin. Tær vóru báðar við á veitsluni, og síggjast tær fremst í myndini. - Eitt gott minni at eiga um dagin.










