Ættargransking sum sergrein

Tað er væl lýddi Leo Beenhakker, sum er venjari hjá Trinidad & Tobago. Umframt evnini sum venjari, hevur hann higartil eisini sýnt góð evni innan ættargransking. Soleiðis hevur tað honum at styrkt um liðið við fleiri spælarum, sum í nógv ár hava gjørt um seg í lægru ensku røðunum. Eitt nú er Fulham-málverjin, Tony Warner partur av hópinum, hóast hann bert eina ferð hevur verið í landinum. Hetta var fyri 11 árum síðani. Passið hjá Warner er tó í lagi, tí pápi hansara flutti til Onglands fyri 44 árum síðani.