Ættargranskarar hittast í Løkshøll

Í dag klokkan 16 hittast fólk við áhuga fyri ættargransking í Løkshøll, har Maria Jacobsen fer at halda fyrilestur um Glyvraskrivaran, Niels Jacobsen, sorenskrivara. Ættarbandið, sum er felagið hjá ættargranskarum, er aftur farið at skipa fyri almennum fundum. Hvørt ár hesi seinastu tíggju árini hevur felagið skipað fyri almenum fundum, við fyrilestrum um ávísar søguligar persónar.

Í dag fer Maria Jacobsen at hava fyrilestur um Niels Jacobsen, sorenskrivara, vanliga nevndur Glyvraskrivarin (1624-1690) tí hann búði á Glyvrum. Pápi hansara Jacob Pedersen Morsing var dani og hann sigst at hava búð á Glyvrum, hann verður ofta nevndur sum »Den rige guldsmed«.

Niels Jacobsen var giftur Onnu Hansdatter og áttu tey átta børn, og ættin var ógvuliga stór aftan á tey.

Fyrilesturin sum kallast, Niels Jacobsen (Glyvraskrivarin) og ætt hansara, verður í Løkshøll í Runavík í dag, leygardagin klokkan 16.

- Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsar Ættarbandið!

Í nevndini í Ættarbandinum eru:

Maria Jacobsen, Glyvrar, form.

Elin Midjord, Tórshavn, næstform.

Katrin Mørkøre, Eiði, kassameistari.

Jóna Lindenskov, Tórshavn, skrivari.

Andras Joensen, Tórshavn, nevndarlimur