Áttanda grindin í ár

Tá ein grind í gjárkvøldið legði beinini í Sandavági var tað áttanda ferðin í ár, at ein grind bleiv hildin til. Harumframt hava tveir bólkar av springarum eisini lagt beinini í ár, vísa hagtølini á heimabeiti.fo


Fyrsta grindadrápið í ár var í Syðrugøtu 22. mai, tá 145 hvalir løgdu beinini. Hetta er samstundis eisini størsti bólkurin, ið er dripin í ár. Um støddin í grindini verður mált í skinnum var grindin, ið bleiv hildin til í Sandavági 30. juli tó størri. Hon taldi 135 hval og 1059,5 skinn, meðan tann í Syðrugøtu var 998 skinn.


Tá grindin legði beinini í Sandavági í gjárkvøldið var tað næstu ferð í ár, at ein grind er hildin til í bygdini. Umframt Sandavág er tað einans í høvuðsstaðnum, at tvær grindir hava gjørt landgongd í ár. Í Havn løgdu tvær grindir beinini 24. juli og 30. juli.


Í fjør vórðu 29 grindir dripnar í Føroyum, harav 21 vóru grindahvalir og 8 bólkar av springarum.