Føðingardagur
Jákup Skaaning Dahl fyllir sama dag sum abbi sín, ið verður 63 ár í dag. Tillukkur tit báðir. Sama dag var Róar føddur, sum er sonur Eydnu Mørkøre og Una Leitistein Hansen, ið nú búgva í Keypmannahavn. Eisini ein genta úr Hvalba varð fødd hendan dagin, sum vit tíverri ikki hava navnið á. Eisini tillukku til tey bæði.
Í brævinum til Sosialin skrivar Jákup Skaaning Dahl, at hann fer í annan flokk í Kvívíkar skúla eftir summarfrítíðina, og at hann er næstelst av fýra systkjum.
Hann elskar at svimja, vera hjá skótum og rokast úti.
- Beint nú eri eg í summarfrí hjá pápa mínum saman við stórabeiggja mínum Jóhann, og vit eru í Trongisvági og ferðast. Føðingardagin fari eg at halda við lekkrum mati, kanska ein túr at bowla, og so fari eg at bjóða flokkinum í føðingardag, tá ið skúlin byrðjar aftur, sigur Jákup Skaaning Dahl úr Leynum.
Víðari skrivar hann: - Havi tað so gott. Og tillukku til øll hini, sum hava tann sama sjáldsama føðingardagin sum eg.