Átta sviar í flogfarinum sum datt niður

Fldeiri enn 170 fólk eru deyð í flogvanlukku í Iran. Teirra millum eru eftir øllum at døma átta svenskir ríkisborgarar.

Átta svenskir ríkisborgarar eru eftir øllum at døma millum tey deyðu í eini flogvanlukku við einium ukrainskum Boeing-flogfari í Iran.

Tað siga russisku miðilarnir Echo of Moscow og Varlamov.ru sambært svenska blaðnum Expressen.

##med2##

Svenska uttanríkisráðið veit um tíðindini í miðlunum, men enn kunnu tey ikki vátta upplýsingarnar. Tað skrivar Expressen.

Yvir 170 fólk eru deyð í flogfarinum, hevur ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, sagt í einum tíðindaskrivi.

##med3##

/ritzau/