Róðrarfelagið Knørrur hevur sum nýtt átak boðið rógvarum sínum at luttaka í DM fyri innriggarar, og áhugin fyri tiltakinum hevur verið rættiliga stórur. Í fyrsta umfari er ætlanin at vita, hvussu kappingin er, og síðan verður støða tikin til, um hetta skal gerast afturvendandi tiltak hjá róðrarfelagnum á Skálatrøð.
Rógvararnir eru væl fyri kropsliga, men skulu læra seg teknikkin at rógva í fremmandu bátunum. Fyri hesum stendur ein av fyrrverandi rógvarunum í felagnum, Katrin Rubek Nielsen, sum eisini hevur róð í slíkum báti í Danmark.
Úttiknu rógvararnir eru Paula Eikhólm, Eivy Olsen og Bára Berghamar Danielsen, sum síggjast á myndini, og sum fara at umboða kvinnurnar, og fyri menninar fara at rógva Jens Michal Tróndheim, Johan Jacobsen, Jacob Joensen, Helgi Øster Petersen og Høgni í Skorðastovu.









