Vestmanna: Fyrra hálvár í fjør var hon 17,2 mió krónur, meðan hon í ár er komin uppá 18,6 milliónir. Hækkingin er sostatt omanfyri 8 prosent.
Í fíggjarætlanini fyri 2008 metti kommunan, at skattainntøkuna fór at verða 35,5 mió krónur.
Talan var um eina sera varisliga meting, tí skattainntøkan í 2007 gjørdist 35,8 milliónir.
- Um vit gera framrokning fyri 2008 við støði í farna ári, so kunnu vit vænta, at skattainntøkan í ár verður um 38,7 milliónir. Hetta eru 3,2 milliónir meiri enn mett er í fíggjarætlanini, verður sagt úr kommununi.