Tíðindaskriv
Í dag er veitsludámur á átta posthúsum á bygd, tí í dag fylla posthúsini á Strondum, á Sandi, á Eiði, í Hvalba, í Fuglafirði, í Vestmanna, í Vági og í Miðvági 100 ár. Hesi posthúsini halda dagin og bjóða vaksnum og børnum at vera vælkomin at støkka inn á gólvið til ein kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið. Tey vitjandi kunnu eisini fáa ballónir og plakatir við sær heim.
Eisini verður møguligt at keypa postkort við frímerkjum og serstempli, ið eru framleidd til hetta serstaka høvið. Hetta serstaka stemplið er bert møguligt at fáa sjálvan føðingardagin 1. juli. Tey viðskiftafólk, ið ynskja øll 8 stemplini, biðjast venda sær til Frímerkjadeildina á Argjum telefonnummar 346200.
Postverkið lýsti fyrr í ár eftir myndum til frímerkjaarkið, ið ætlanin var at geva út. Vit takka øllum teimum, ið lótu myndir inn. Myndirnar, ið brúktar eru til frímerkjaarkið, komu allar frá fornminnissavninum.