Átta limir í visitatiónsevndina

Nýggj sjúkrahúslóg

Í visitatiónsnevndini, sum greitt er frá í greinini um serviðgerð uttanlands, er ætlanin, at átta limir skulu verða.
Sjey av teimum skulu vera fakfólk, men sjúklingarnir skulu eisini hava eitt umboð í visitatiónsnevndini.
Øll trý sjúkrahúsini skulu verða umboðað í nevndini, umframt umboð fyri røktarfrøðina, umboð fyri politiska myndugleikan og umboðið fyri sjúklingarnar,
Í nevndini skulu sita:
_ Eittumboð fyri Almanna- og heilsumálaráðnum,
_ Ein yvirlæknifrá Klaksvíkar sjúkrahúsi,
_ Ein yvirlæknifrá Suðuroyar sjúkrahúsi,
_ Ein yvirlæknifrá skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum,
_ Ein yvirlæknifrá heiliráðsdeildini á Landssjúkrahúsinum,
_ Læknastjórin á Landssjúkrahúsinum,
_ Ein sjúkrarøktarfrøðingur frá einum av sjúkrahúsunum og
_ Eittleikfólk frá sjúklingafeløgunum.
Landsstýrismaðurin skal velja heilsufakligu limirnar í nevndini eftir tilráðingum frá sjúkrahúsunum og leikfólkið skal veljast eftir tilráðing frá sjúklingaráðnum. Landsstýrismaðurin ger eisini av, hvør verður formaður í nevndini og, hvussu leingi nevndin skal sita.
Mett verður, at tað hevur týdning, at leikfólk frá sjúklingafeløgunum er í visitasjónsnevndini, ti sum heild fer hetta at styrkja legitimitetin og umdømið mótegis almenninginum. Tað kann eisini gera, at sjúklingafeløgini fáa eina betri fatan av arbeiðinum og raðfestingini hjá visitasjónsnevndini.
Ætlanin er, at nevndin skal setast soleiðis saman, at øll mál, har sjúklingar skulu sendast uttanlands, kunnu lýsast bæði fíggjarliga, fyrisitingarliga, læknafakliga og sosialt.