Átta leiðandi fólk í Amagerbanken skulu gjalda 225 milliónir

Stjóri og sjey nevndarlimir í Amagerbanken í Danmark eru dømd at gjalda endurgjald eftir húsagang.

Ein fyrrverandi stjóri og sjey nevndarlimir í Amagerbanken, sum fór á húsagang, skulu rinda 225 milliónir krónur í endurgjaldi til statin.

Tað hevur Eystari Landsrættur gjørt í dag.

Harvið er dómurin broyttur úr býarrættinum, sum í 2017 fríkendi leiðsluna fyri ábyrgd.

Tað er staturin, sum hevur lagt sak ímóti leiðandi fólkunum í bankanum.

Málið hevur snúð seg um ábyrgdina hjá bankaleiðsluni fyri einum stórum láni á Eysturbrútv, sum varð niðurskrivað ógvusliga eftir fíggjarkreppuna, har kundarnar síðani fingu møguleika at dekka tapið við valutaspekulatión.

 

/ritzau/