- Tað vísir seg, at næstan øll, sum koyra á landsvegunum, koyra ov skjótt, sigur vakthavandi. Hann greiðir somuleiðis frá, at fólk onki leggja í, um tey fáa eina lítla bót á nakrar fáar 100 krónur, men at klippini gera eitt sindur av muni, umframt, at broytingarnar, ið eru ávegis í ferðslulógini kunnu gera mun.
Av teimum átta, ið vóru tikin um vikuskiftið, fingu 7 klipp og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.










