Maller Jacobsen, ið stendur fyri uppsetingini sigur, at tey átta trøini verða sett upp á Norðoyri, í Vágstúni, við Bókasavnið, Ánunum, í Árnafirði, á Trøllanesi í Mikladali og í Svínoy.
Jólatræið í Vágstúni verður tendrað fríggjakvøldið 7. desember kl. 19.30.
Hanus á Gørðum, prestur heldur røðu
Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið á Norðoyri tendrar fríggjakvøldið 7. des. kl. 18.00
Jógvan Ravnsfjall heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað hósdagin 6. desember kl. 16.30
Hanus Poulsen heldur røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 6. des. kl. 18.00
Magnus Brahé Jørgensen, prestur talar
– Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið i Mikladali verður tendrað hóskvøldið 6. des. kl. 19.00
Magnus Brahé Jørgensen, prestur talar
– Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl. 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 8. des. kl. 16.00
Óli á Geilini heldur røðu
Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45 og av leiguferð av Svínoy kl 17.









