Átta hava fingið »Virðisløn til ungt listafólk«

Drúgt kjak stóðst av avgerðini hjá landsstýrismanninum í mentamálum, eftir at hann broytti siðvenjuna síðani 2011 at lata eina virðisløn til ungt listafólk.

Í staðin lat hann eina »Serstaka virðisløn«, sum hesaferð fór til forlagið Leirkerið í Gøtu.

Hann veik soleiðis frá innstillingini, sum nevndi hevði gjørt, tí sambært innstillingini, so var uppskot um virðisløn til ung listafólk.

##med2##

– Eg fylgdi innstillingini frá virðislønarnevndini, tá tað galt tær báðar virðislønirnar, sum nevndin hevði heimild til at innstilla. Ta triðju virðislønina hevði nevndin ikki heimild at innstilla, sigur Jenis av Rana.

##ms##

Hann vísir á, at hetta er virðisløn, sum landsstýrismaðurin sambært lógini og kunngerðini fyri virðislønirnar, sjálvur velur at lata ella ikki, uttan instilling.

##med3##

– Tað vil siga, at eg valdi at fylgja lóggávuni og kunngerðini fyri virðislønirnar og ikki ganga egnar ella annara leiðir, sigur Jenis av Rana.

Hann heldur lítið um tað at skjóta seg undir at fylgja siðvenju.

– Tú má sum landsstýrismaður fylgja lógum og kunngerðum fyri tínum starvi, og ikki tí, sum onnur uttan heimild hava tikið sær rætt til at gera, segði Jenis av Rana við in.fo í gjárkvøldið.

Hann sigur eisini, at hann, áðrenn hann tók avgerðoina, bað um eina juridiska meting.

– Og niðurstøðan var greið, eg fekk greitt at vita, at tað hevði eg loyvi til, eg var á tryggari grund, sigur Jenis av Rana.

##med4##

Átta ung listafólk hava fingið »Virðisløn til ungt listafólk«, sum er 50.000 krónur, síðani 2011. Tey eru hesi:

2019 – Ongin virðisløn latin

2018 – Búi Rouch, dansari

2017 – Konni Kass, songkvinna og sangskrivari.

2016 – Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur

2015 – Andrias Høgenni, Filmsleikstjóri

2014 – Mathias Kapnas

2013 – Trygvi Danielsen

2012 – Silja Strøm

2011 – Sakaris Stórá

 

Tey sum hava fingið »Mentanarvirðisløn landsins«, sum er 150.000 krónur, eru hesi:

2019 – Hanus G. Johansen

2018 – Bárður Jákupsson

2017 – Barbara í Gongini

2016 – Rúni Brattaberg

2015 – Annika Hoydal

2014 – Tórbjørn Olsen

2013 – Tróndur Patursson

2012 – Tóroddur Poulsen

2011 – Jóanes Nielsen

2010 – Sunleif Rasmussen

2009 – Kári Leivsson (Kári P.)

2008 – Ebba Hentze

2006 – Zacharias Heinesen

2005 – Tita Vinther

2004 – Ongin virðisløn latin

2003 – Hanus Kamban

2002 – Gunnar Hoydal

2001 – Eyðun Johannessen

2000 – Ingálvur av Reyni

1999 – Jens Pauli Heinesen

1998 – Regin Dahl

 

Tey, sum hava fingið »Heiðursgávu landsins«, sum er 75.000 krónur, eru hesi:

2019 – Simme Arge Jacobsen

2018 – Astrid Andreasen

2017 – Frits Johannesen

2016 – Steinprent

2015 – Jákup Pauli Gregoriussen, arkitektur

2014 – Tey av Kamarinum

2013 – Árni Dahl

2012 – Marianne Clausen

2011 – Kristian Blak

2010 – Jonhard Mikkelsen

2009 – Laura Joensen

2008 – Martin Tórgarð

2007 – eingin heiðursgáva latin

2006 – Jógvan Isaksen

2005 – Emil Juul Thomsen

2004 – eingin heiðursgáva latin

2003 – Ólavur Hátún

2002 – Axel Tórgarð

2001 – Fuglafjarðar Sjónleikarafelag

 

Tey, sum hava fingið »Serstøku Virðislønina«, sum er 50.000 krónur, eru:

2019: Forlagið Leirkerið við brøðrunum Zacharias Zachariasen og Flóvin Tyril

2006: Jón Hilmar Magnússon

2001: Ebba Hentze

@font-face { font-family: Times; }@font-face { font-family: Cambria; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Times New Roman"; }h3 { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 13.5pt; font-family: "Times New Roman"; }span.Overskrift3Tegn { font-family: Times; font-weight: bold; }div.Section1 { }