Átta handtikin fyri tvey dráp í Aarhus

- Í løtuni halda vit tað vera tilvildarligt, at drápini fóru fram við nøkrum tímum ímillum, sigur løgregluovastin, Michael Kjeldgaard.

 

Østjyllands Politi hevur nú handtikið átta fólk, eftir at tveir menn - 25 og 42 ára gamlir - vórðu dripnir í Aarhus í tveimum ymiskum hendingum síðstu nátt og í gjárkvøldið. Báðir tilburðirnir fóru fram á parkeringsplássum. Hin 25 ára gamli varð skotin, og hin 42 ára gamli varð stungin til deyðis.

Á einum tíðindafundi í morgun upplýsti Michael Kjeldgaard, løgregluovasti, at handtøkurnar eru framdar í kriminellum umhvørvi, sum hann málbar seg. 

- Vit hava sett í verk eina umfatandi kanning, sum fer at halda fram í langa tíð. Í løtuni kunnu vit ikki koma við smálutum um tilburðirnar, men tað er týdningarmikið at leggja dent á, at tað eru tey kriminellu umhvørvini, sum vit hyggja eftir.

Michael Kjeldgaard sigur, at tað er fatanin hjá løgregluni, at drápini eru ein partur av kappingarstríði - ella rivalisering - í kriminellum umhvørvi. Talan er soleiðis ikki um tilvildarligar borgarar, sum her hava ligið eftir á.

Tað fyrra av tveimum drápum í Aarhus hendi tíðliga í gjárkvøldið, har hin 25 ára gamli varð raktur av skotum á einum parkeringsplássi. Hin seinni tilburðurin, har ein maður varð stungin til deyðis, hendi síðstu nátt klokkan 03.48, og hesin tilburðurin fór fram á einum øðrum parkeringsplássi í býnum.

Umframt, at hin 42 ára gamli doyði, hóast hann fekk lívbjargandi fyrstuhjálp, vórðu eisini tvey onnur fólk særd av knívstungu í tilburðinum síðstu nátt.

Michael Kjeldgaard segði í morgun, at tað er einki, sum bendir á, at tilburðirnir í Aarhus hava nakað við hvønn annan at gera. - Í løtuni halda vit tað vera tilvildarligt, at drápini fóru fram við nøkrum tímum ímillum. Hinvegin kann tað ikki útilokast, at samanhangur kann vera, segði løgregluovastin á tíðindafundi í morgun.