Átta filmar um Harry Potter

Framleiðarin av Harry Potter-filmunum, David Heyman, hevur nú játtað, at filmsupptøkan av 7. Harry Potter bókini verður í tveimum filmum. Heyman noktar, at filmsupptøkan er gjørd á henda hátt fyri at vinna meira pening. Orsøkin er tann, at tey ikki meta tað vera gjørligt at koyra nakað burtur úr handlingini í 7. bókini. Mamman at Harry Potter, J. K. Rowling, hevur sambært Heyman góðtikið hesa avgerðina og David Yates fer tí nú aftur undir at instruera henda filmin.

 

Ætlanin er, at tann sjeyndi filmurin skal hava frumframsýning í november 2010, meðan tann áttandi filmurin ikki kemur út fyrr enn í mai 2011.