Átta fólk eru staðfest deyð eftir tveir skottilburðir í týska býnum, Hanau, seint í kvøld. Tað váttar týska løgreglan stutt fyri klokkan 01 í nátt. - Tað ber ikki til at ímynda sær eitt verri kvøld enn hetta, sigur borgarstjórin í býnum, Claus Kaminsky, við Bild.
Sambært løgregluni var hin fyrri skottiburðurin umleið klokkan 22 í kvøld, og løgreglan ger í løtuni nógv fyri at finna tann ella tey, sum rýmdu av staðnum í einum myrkum bili. Í leitanini hevur løgreglan eisini sett upp forðingar.
Sambært týska blaðnum - Hessenschau - fór fyrri tilburðurin fram við eina sonevnda shisha-barr á torginum, Kurt-Schumacher-Platz, sum er miðskeiðis í býnum.
Útlendskir miðlar skriva, at seinni í kvøld hevur aftur verið ein skottilburður við eina aðra shisha-barr í økinum, Kesselstadt, og sambært blaðnum Hessenchau vórðu trý fólk dripin undir fyrra tilburðinum og fimm í seinna tilburðinum.
Sambært fleiri týskum miðlum, eitt nú Bild, varð skotið úr einum bil, sum koyrdi, og higartil veit týska løgreglan ikki at siga, hvat møguliga motivið aftan fyri skottilburðirnar er.
##med2##
Borgarstjórin í býnum, Claus Kaminsky, eggjar fólki til ikki at gera sær tankar um, hvat liggur aftan fyri syrgiligu tilburðirnar, tí tað fer løgreglan at finna út av og kanna, sum hann tekur til. - Hendingin nemir mítt hjarta, leggur borgarstjórin aftrat.
Í nátt skriva útlendskir miðlar eisini, at umframt tey átta, sum eru staðfest deyð, eru fleiri eisini álvarsliga særd í álopinum og tað seinasta nýggja, sum blaðið Bild skrivar, er, at í minsta lagi ein persónur, sum løgreglan heldur hevur samband við álopið, er handtikin.
Ríkisadvokaturin í Hanau upplýsir, at løgreglan leitar eftir fleiri brotsmonnum í samband við álopini. Umleið 98.000 fólk búgva í Hanau, sum liggur umleið 25 kilometrar vestan fyri Frankfurt am Main.
##med3##