Átta deyð í familjustríði

Eitt familjustríð í amerikanska statinum Ohio hevur kravt átta mannalív. Myndugleikarnir siga, at ein maður skjeyt sjey fólk, teirra millum eitt 11 ára gamalt barn, áðrenn løgreglan skjeyt hann. Løgreglan sigur, at maðurin myrdi fyrst fimm fólk í einum húsum og løtu seinni tvey afturat eina aðrastaðni.

AP-tíðindastovan skrivar, at løgreglan vil ikki koma við neyvari upplýsingum um málið, men sigur, at byrsumaðurin og hansara sjey offur vóru skyldfólk. Løgreglan vil ikki siga, hvat stríðið í familjuni snúði seg um.