Átta dómarapør teknað til

Nú eru kortini góð líkindin fyri, at nóg mikið av dómarapørum fara at vera til hondbóltskappingina í vetur

Hondbóltur

Talan var annars um eina heilt akutta kreppustøðu fyri bara trimum vikum síðani, tá dómarafelagið eftir ætlan skuldi halda skeið fyri dómarunum. Eitt skeið, sum samstundis varð sett sum krav til teir dómarar, sum ætla sær at døma í bestu deildini í vetur.
Skeiðið varð í fyrsta umfari avlýst, men fyri at gera enn eina roynd á økinum, valdi dómarafelagið at royna enn einaferð, og avtala varð gjørd við Frank Smith, skeiðshaldara, at nýtt skeið skal haldast í døgunum beint undan kappingarbyrjan.
Og hetta ? saman við neyðarrópinum ? hevur eftir øllum at døma bøtt um støðuna. Í øllum førum eru boðini nú, at ikki færri enn áttta dómarapør hava boðað frá luttøku á skeiðnum, og teirra millum eru eisini onkur pør, sum ikki hava gjørt so nógv um seg áður.
Eitt nú fer Eyðun Samuelsen at døma saman við Andreas F. Hansen, eins og bæði Tjaldur og H71 í vetur verða skrásett við tveimum dómarapørum í part.
Umframt sjálva dømingina, sum ivaleyst er mest grundleggjandi uppgávan hjá dómarafelagnum, so verður eisini í løtuni arbeitt við at víðka um eygleiðaraskipanina, eins og ætlanin er at røkka longur út við boðskapinum um døming. Viðvíkjandi hesum seinasta, so er tað nú ætlanin, at skeið skulu haldast hjá ymsu feløgunum, soleiðis at áhugin fyri døming í størri mun eisini kann kveikjast hjá yngru leikarunum.