Átta bretskir herflotamenn fangar í Iran

Myndugleikarnir í Iran hóttu í gjár við at rættarsøkja átta bretskar herflotamenn, sum iranar tóku í Shatt-al-Arab-sundinum mánadagin.

IRAK-KRÍGGIÐ

Teir átta menninir vóru í trimum smáum hernaðarbátum, sum sambært iransku myndugleikunum vóru komnir inn um iranska markið.
Bretar siga, at teir bretsku herflotamenninir vóru í ferð við at læra irakar, hvussu teir skulu røkja vaktarhaldið á sjónum, nú irakar taka við valdinum í Irak. teir tríggir bátarnir vóru óvápnaðir.
Bretski uttanríkisráðharrin, Jack Straw, tingaðist í gjár við myndugleikarnar í teheran fyri at fáa teir at lata teir átta menninar leysar.