Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar inni á Skálafjørðinum. Kanningar vórðu gjørdar í bygdum øki í Søldafirði, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman.
Men tað vóru tað fleiri bilførarar, sum ikki gjørdu, tí tilsamans vórðu átta bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Sjey av teimum fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 76 kilometrar og 80 kilometrar um tíman. Og ein bilførari koyrdi 90, so hann missur koyrkortið treytað. Tað merkir, at hann má upp til nýggja koyriroynd, bæði í teori og í koyring, annars missur hann koyrikortið. Og tað skal vera ávgreitt, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir.