Uppstillingarvalið í Iowa í nátt gjødist meiri spennandi, at nakar kundi ímynda sær frammanundan. Tað sást undir uppteljingini, at dysturin stóð millum Mitt Romney og Rick Santorum, tí teir lógu javnir allan vegin. Men tá uppteljingin var liðug, hevði Romney fingið 30.015 atkvøður, og Sanatorum hevði fingið 30.007 atkvøður ella átta færri.
Amerikonsku fjølmiðlarnir siga, at ikki síðani 1936 er eitt uppstillingarval endað við so lítlum muni.
Mitt Romney og Rick Santorum fingu ávikavist 24,6 og 24,5 prosent av atkvøðunum, og á triðja plássi var Ron Paul við 21,1 prosentum. Hini valevnini fingu minni, og roknað verður við, at onkur teirra fer at taka seg burtur úr valstríðnum longu nú.









