Ùttøkukapping í súkkling til oyggjaleikirnar á Bermuda

Hetta vikuskiftið verður kappast um hvør skal manna føroyska súkklulandsliðið, ið skal til Bermuda í summar!

 

Byrjað var klokkan 18 í kvøld, har koyrt verður landavegkoyring, og kappast verður á einum teini millum Hósvík og Saksun!

 

Leygardagin verður einkultstartur í Vágunum og sunnumorgun verður tað so býarkoyring á skránni.

 

Einasti súkklari, sum longu er úttikin er Torkil Veyhe, grundað á hansara góðu úrslit uttanlands.

 

Súkklulandsliðsvenjarin, Gunnar Dahl Olsen vitjaði seinnapartssendingina hjá Rás2 til eitt prát um úttøkukappingina.

 

Tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir greinini.