Útstykkja 19 gundstykki í Kvívík

Bíðilisti er eftir at fáa grundstykki í Kvívík.

Eitt stig fyri at menna Kvívíkar kommunu verður tikið í komandi viku. Tá fernkommunan  at bjóða arbeiðið út at útstykkja fyri 19 grundøkjum í Kvívík.

 

 

Hóast tað bara eru tvey ár síðani at kommunan hevði grundøki til sølu, so er áhugin ógvuliga stórur fyri at byggja hús í Kvívík. Í dag eru 26 fólk, sum eru á bíðilistanum til grundstykkið. Stóri áhugin kemst helst av kommunan liggur beint við høvuðsstaðin, ókeypis pláss á dagstovninum og nógv annað. Ætlandi er, at fyrstu grundøkini eru tøk eftir Ólavsøku í 2018, upplýsir Kvívíkar Kommuna..

 

 

 Grundøki eru tøk í Leynum, har prísurin fyri planerað grundøki er undir  200.000 krónur.