Jákup Dam, býráðslimur
----
Gongst eftir ætlan so verður ein hampiliga stór útstykking framd í Kollafirði um stutta tíð. Býráðið samtykti einmælt á fundi hósdagin 30. mai at keypa Hamrabøin (matr. 91a) at útstykkja til sethús. Bert ein partur av hesum øki liggur í sethúsaøki, og tí er eisini neyðugt fyrst við eini broyting av byggisamtyktini. Býarskipanardeildin hevur gjørt eitt uppskot til broyting av byggisamtyktini og uppskot til útstykking av økinum til 23 grundstykkir.
Hamrabøurin liggur mitt í Kollafirði, og tí kann ikki sigast annað enn, at nýggja útstykkingin liggur í sjálvum hjartanum í Kollafirði.
Eingin útstykking hevur verið í Kollafirði seinastu 20 árini, so hetta verður sostatt eisini tann fyrsta útstykkingin, sum verður framd síðani Kollafjørður og Havnin løgdu saman. Sum býráðspolitikkarar eiga vit at bera so í bandi, at grundstykkir altíð skulu verða tøk úti í øllum økjunum í kommununi. Tað skal vera ein rættur hjá øllum borgarum í kommununi at kunna búseta seg eftir ynski.
Manglandi møguleiki at kunna búseta seg í Kollafirði hevur sjálvandi sett síni fingramerki. Hetta hevur sjálvandi havt sera óhepnar avleiðingar fyri bygdina og hevur serliga ávirkað tær ungu familjurnar, tí tað eru jú fyrst og fremst ungar familjur, ið seta búgv. Ungar familjur í Kollafirði – barnafamiljur – hava tí verið noyddar at búsett seg aðrastaðni í Føroyum og enntá onkur uttanlands. Tá so er hevur sjálvsagt heldur eingin tilgongd verið av fólki aðrastaðni frá.
Hetta hevur havt við sær, at barnatalið er minkað, og tað er í sjálvum sær ein sera keðilig gongd, tí uttan børn er eingin framtíð.
Tað er mín vón, at nýggja útstykkingin fær vent keðiligu gongdini viðvíkjandi manglandi bústaðarøkjum og minkandi barnatali, og eg vil gera mítt til, at vit framhaldandi kunnu fáa til vega fleiri grundstykki, um tørvur verður á tí.