At umboð uttanfyri Tjóðveldisflokkin ikki kunnu skapa virðing og gerast ein virðilig fræls føroysk rødd á fólkatingi, er ein útspilling av øllum føroyingum.
Bert at vilja umboða loysingarflokkarnar og ikki alt føroya fólk á fólkatingi, er ein niðurgering av øllum føroyingum.
At siga, at øll sum ikki velja loysingarflokkarnar eru undirbrotlig og uttan sjálvsvirðing, er útspilling av øllum føroyingum.
Hendan útspillingin og vanvirðingin av føroyingum frá Tjóðveldisflokkinum kann bert verða eitt tekin uppá undirlutakenslur, tí tað er bert loysingarflokkarnir, sum tosa um, at føroyingar eru undirbrotligir og uttan sjálvsvirðing.
Um umboð vi omanfyri nevndu hugburði verður valt á Fólkating, so kann ikki vantast nógv gott til gagns fyri Føroyar og føroyingar.